Leygardagin 19. august skipar Fuglafjarðar Ellisakfør fyri almennum bil- og motorsúkklutreffi við Mentanarhúsið í Fuglafirði.
Fuglafjarðar Ellisakfør skipaði fyri biltreffi í 2018 og 2019. Undirtøkan bæði árini var rættiliga góð. Orsakað av korona hevur tiltakið ligið í dvala, men nú herja vit á aftur.
Tiltakið er ætlað ellisakførum, specialbilum, so sum amerikanskum bilum, umbygdum ella ‘pimpaðum’ bilum og øðrum spennandi bilum, motorsúklum og serligum knallertum.
Hugskotið við tiltakinum er at savna so nógvar bil-entusiastar saman sum gjørligt, har man kann vísa fram síni akfør, fáa íblástur frá øðrum entusiastum og hugna sær.
Fuglafjarðar Ellisakfør hevur 11 ár á baki. Vit hittast javnan mikukvøld í hølum felagsins. Í hølunum er eisini pláss hjá limum at hava akførini standandi. Hesi verða javnan víst fram til áhugaði, ið koma framvið í býnum.
Tey, ið hava hug at vera við sínum akfari, kunnu møta við ítróttarhøllina á Kambsdali klokkan 13.30. Harfrá verður rekkjukoyringi inn til Fuglafjarðar.
Ellisakførini koyra rekkjukoyring frá ítróttarhøllini gjøgnum Kambsdal og til Fuglafjarðar, har koyrt verður til parkeringsøkið við Mentanarhúsið, har akførini vera sýnd fram.
Tiltakið verður frá klokkan 14 til klokkan 17.
Fuglafjarðar Ellisakfør
Innanlands
Bil- og motorsúkklutreff í Fuglafirði leygardagin
Byrjað verður við rekkjukoyring frá ítróttarhøllini á Kambsdali. Tiltakið er annars millum klokkan 14 og 17 á parkeringsøkinum við Mentanarhúsið
Fuglafjarðar Ellisakfør skipaði fyri biltreffi í 2018 og 2019, og undirtøkan bæði árini var rættiliga góð. Orsakað av korona hevur tiltakið ligið í dvala
2023-07-18 15:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald