![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað verða ikki eins nógv akfør skrásett í ár, sum tað gjørdi í gjør. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Akstovuni.
Fram til 1. august í ár komu 1.257 nýggir persónbilar til Føroyar. Hetta er er 25 prosent minni enn fyrstu átta mánaðirnar í fjør, tá Akstovan skrásetti 1.655 nýggjar persónbilar.
Tilsamans eru 1.910 nýggj akfør skrásett í tíðarskeiðinum januar til og við august í ár. Í fjør var talið 2.262, og talan er sostatt um eina minking á yvir 15 prosent.
Av teimum 1.910 nýskrásettu akførunum í ár eru:
1.257 persónbilar, 308 vøruvognar, 161 viðfestivognar, 89 prutl, 29 bussar, 13 hýruvognar, 13 kampingvognar, 12 lendisakfør, 7 lastbilar, 6 leguvognar, 6 neyðsendarakfør, 4 kampingbilar, 3 motorsúkklur og 2 smábussar.
Best umtóktu sløgini eru hesi:
Ford 229
Volkswagen 203
Toyota 177
Kia 141
Renault 140
Volvo 97
Brenderup (viðfestivognar) 87
Mercedes-Benz 86
Nissan 86
Peugot 55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald