Innanlands

Bilasølurnar 17 milliónir lægri avlop í 2022 enn árið fyri

Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur aftur í ár greinað roknskapirnar hjá føroysku bilasølunum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-09-18 12:10 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur aftur í ár gjørt eina greining av føroysku bilasølunum, sum byggir á at hesar bilasølur hava egið umboð uppá bilmerkir. Talan er um átta bilasølur har roknskapurin fyri 2022 er samanlíknaður.  

Sambært Akstovuni fall sølan av nýggjum bilum í 2022 við 19,6 prosentum sammett við 2021. Minkingin í søluni var 558 bilar. Talan er tí í veruleikanum um lægstu søluna av nýggjum bilum síðani 2019.

[object Object]

Spurningurin er hvussu nógv ein minking í sølu av nýggjum bilum hevur ávirkað ársúrslitið hjá bilasølunum í 2022.

Tá hugt verður eftir roknskapartølunum sæst, at 2022 var eitt munandi lakari ár enn síðsta ár, hvat ið ársúrlitið hjá bilasølunum viðvíkur.

[object Object]

Í veruleikanum skulu vit heilt aftur til 2014 at finna eitt lægri samlað ársúrslit enn 2022.

Ársúrslitið eftir skatt fyri átta bilasølur í 2022 vísir, at samlaða ársúrslitið eftir skatt var 27 mió.kr. sammett við 44 mió.kr. í 2021. Talan er tískil um eina minking í ársúrlsitinum á 17 mío.kr. ella 39 prosent.

Rakstrarúrslit hjá bilasølunum fyri 2022
Vit hava kannað roknskapirnar hjá átta av bilasølunum í mun til níggju bilasølum í 2021. Roknskapurin hjá Komfortbilum Sp/f var ikki tøkur tá kanning var gjørd.

[object Object]

Besta ársúrslitið hevði Waag P/F, sum hevði eitt ársúrlit upp á 8,6 mió.kr., meðan Wenzel P/F var nummar tvey við 5,6 mió.kr. og Reyni-Service P/F nummar trý við 5,2 mió.kr.

Tískil er Waag P/F aftur komin á sigursskammilin eftir nøkur ár, hvat ið ársúrsliti viðvíkur.

Viðmerkjast kann, at Waag eisini er tann bilasølan, sum hevur havt nógv besta samlað úrslit síðstu 10 árini (85,1 mió.kr.), meðan Wenzel hevur havt besta úrslitið síðstu 5 árini (49,6 mió.kr.)

Allar bilasølurnar uttan Reyni-Service P/F høvdu eitt verri ársúrslit eftir skatt í 2022 sammett við 2021.

Fíggjarstøðan hjá bilasølunum í Føroyum
Tá hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá bilasøluni, sæst at sera stórur munur er á feløgunum.

[object Object]

Tann bilasølan sum hevur størstu bókaðar ognir er Reyni Service P/F, sum hevði samlaðar ognir á 130 mió.kr., býtt á støðisognir á 70 mió.kr. og ognir í umferð á 60 mió.kr. Goymslan av bilum v.m. var 27,6 mió.kr. og tøkur peningur var 1 mió.kr.

Waag P/F høvdu næststørstu fíggjarstøðuna, við 93,5 mió.kr. Her skal tó viðmerkjast at goymslan av bilum v.m. var 46 mió.kr., sum er tað mesta hjá nakrari bilasølu í 2022.

[object Object]

Um hugt verður eftir fíggjarligu styrkini hjá bilasølunum, so síggja vit, at Reyni Service hevur størsta eginpeningin við 62,5 mió.kr., meðan Waag P/F er á øðrum plássi við 58,2 mió.kr.  Á triðja plássi er Auto Service P/F við 48,8 mió.kr.

Lyklatølini hjá bilasølunum
Ognaravkast er tað lyklatalið, sum vísir best, hvussu gott rakstrarúrslitið er í mun til tann kapitalin á fíggjarstøðuni, sum bilasølurnar nýta at reka teirra felag.

[object Object]

Waag P/F liggur í 2022 á fyrsta plássi við 9,2 prosentum í ognaravkasti, Wenzel P/F hevði 8,0 prosent og Wenzel P/F hevði 7,8 prosent í ognaravkasti.

Eginpeningsavkastið (rakstrarúrslit í mun til eginpening) vísir hvussu fíggjarliga avkastið hjá eigarunum hevur verið í árinum. 

Besta eginpeningsavkastið hevði Bilasølan P/F við 51,2 prosentum og næst var Wenzel P/F við 20,5 prosentum meðan Waag P/F lá á triðja plássi við 14,7 prosentum.

Samanumtikið mugu vit staðfesta, at sølan av bilum er minkað við umleið 20 prosentum í 2022, og at allar bilasølurnar uttan Reyni Service høvdu eitt lægri ársúrslit. Tær flestu bilasølurnar eru tó framvegis væl fyri og kunnu standa ímóti verri tíðum.

Spurningurin at enda er, hvussu sølan av nýggjum bilum fer at hilnast, tá ið 2023 árið er liðugt.

Higartil vísir sølan av nýggjum bilum fyri januar til august í 2023 eitt fall á 88 bilar ella 5,3 prosent samanborið við 2022. Tískil kann ein varislig meting verða, at ein vend má koma í bilasøluni, um metast skal, at árið fyri 2023 fer at hilsnast betur enn í 2022.


---

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

---

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder