Innanlands

Bilasølurnar høvdu samanlagt beint omanfyri 29 milliónir í avlopi

Waag hevði besta úrslit í fjør og Komfortbilar tað vánaligasta. Ráðgevingarfyritøkan Nira greinar gongdina og úrslitið hjá bilasølunum

(Mynd: Waagbilar.fo)

(Mynd: Waagbilar.fo)

2025-09-22 14:36 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Árið var merkt av óvanligum stórum óvanligum inntøkum hjá tveimum bilasølum á í alt 15,5 mió.kr. Veruliga ársúrslitið hjá sjey bilasølum var tí 14,2 mió.kr. í 2024.

Besta ársúslitið hevði Waag P/F við ársúrslitið á 18,5 mió.kr. harav søla av føstu ognum gav áleið 7,5 mió.kr. av úrslitinum.

Lakasta ársúrslitið hevði Sp/f Komfortbilar, sum hevði eitt undirskot í 2024 á heilar 6,8 mió.kr.

Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur aftur í ár gjørt eina greining av gongdini og úrslitunum hjá samlaðu bilasølunum fyri 2024.

Talan er um bilasølurnar: Reyni-Service P/F, Waag P/F, Wenzel P/F, Bilasølan P/F, Berg Motors P/F, Sp/f Komfortbilar og Nordbil Sp/f. Auto Service P/F er ikki við í greiningi fyri 2024 tá Waag hevur yvirtikið raksturin.

Sølan av nýggjum persónbilum hevur verið fallandi síðstu árini

Hagtølini frá Akstovuni vísa at sølan av akførum, sum verða seld sum persónbilar og vørubilar, er nógv fallin síðstu fimm árini.

Persónbilasølan er t.d. frá 2019 til 2024 fallin við 1064 bilum, ella heili 48 prosent.

[object Object]

[object Object]

Á talvunum sæst eitt ávíst samanfall millum minkaðu søluna av akførum og ta fallandi rakstrarúrslitið hjá øllum bilasølunum síðstu seks árini. Tó var úrslitið serliga í 2024 órógvað av serliga tveimum feløgum, sum høvdu stórar óvanliga inntøkur á 15,5 mió.kr.

[object Object]

Waag hevði aftur nógv besta úrslitið í 2024

Aftur í 2024 kunnu vit staðfesta at P/F Waag hevði nógv besta úrslitið við 18,5 mió.kr. í avlopið eftir skatt. Tó má viðmerkjast at í tølunum eru afturførdar avskrivingar 7,5 mió.kr., sum er vinningur uppá sølu av fastari ogn. Reella ársúrslitið verður av bilasøluvirksemið v.m. er tí uml. 11 mió.kr., sum eisini er eitt gott úrslit.

P/F Waag er sera væl fyri fíggjarliga við einum eginpeningi við ársenda 2024 á 86,4 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevni á heili 77,5 prosent. Felagið hevur onga langfreistaða skuld og hevur tøkan pening á 19,9 mió.kr. og likviditetsgrad á 174 prosent.

Næstbesta roknskaparúrslitið í 2024 hevði Nordbil Sp/f, sum var 8,3 mió.kr. Tó er talan eina óvanliga fíggjarliga inntøku á 8 mió.kr.

P/F Wenzel hevði triðbesta ársúrslitið sum í 2024 var eitt avlop á 5,7 mió.kr.

Á niðasta plássi í 2024 var Sp/f Komfortbilar við einum halli á -6,8 mió.kr.

Roknskapartølini hja øllum sjey bilasølunum kann síggjast á talvuni niðanfyri.

[object Object]

Útlitini fyri bilasølurnar sýnast møguliga at vera nakað bjartari fyri roknskaparárið 2025, tá ið sølan av nýggjum bilum sambært Akstovuni er hækkað fyrstu 8 mánaðirnar í 2025. Vøksturin er 73 persónbilar ella 9 prosent.


--

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

--

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder