2023-08-29 07:58
Í samband við eina ferðslukanning í Vágum í gjár, avdúkaði løgreglan ein bilførara, sum koyrdi uttan føraraprógv.
Bilførarin fær eina bót á 5.000 krónur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Talan var um ein leigubil, og tí er útleigarin av bilinum eisini skuldsettur fyri at hava latið bil sín frá sær til persón, sum ikki hevur neyðuga loyvi at koyra.
Fyritøkan, sum leigaði bilin út fær tí væntandi eisini eina bót.
Sambært lógunum er tað skyldan hjá bilaeigarum at tryggja sær, at tann, ið tey læna ella leiga bilin út til, eisini hava neyðuga loyvið at koyra bilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald