Innanlands

Bíleggingarskipanin á Kalsoyarleiðini heldur fram

Í morgun byrjaði Sam aftur at sigla millum Klaksvík og Syðradal. Bíleggingin verður galdandi fyri bæði akfør og fólk

(Mynd: Strandferðslan)

(Mynd: Strandferðslan)

2023-09-12 10:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgun fór Sam aftur í sigling á Kalsoyarleiðini, eftir at hava verið tríggjar vikur á beding til árligt eftirlit.

Tá ið Erla Kongsdóttir og Sildberin avloystu Sam, varð plássbíleggingarskipanin sett í verk. Skipanin heldur nú áfram umborð á Sam og fevnir umframt um ferðafólk nú eisini um akfør.

Umboð fyri Strandferðsluna hava tvær ferðir seinastu vikurnar verið á kunnandi fundi og borgarafundi í Kalsoynni og umrøtt tørv, sjónarmið og meiningar um farleiðina. Á borgarafundinum í síðstu viku kunnaði landsstýrismaðurin eisini kalsoyingar um, at bygging av nýggjum skipi fer í gongd í 2025.

Ferðafólkastreymurin til Kalsoynna er vaksin sera nógv seinastu árini, og tí gjørdi Strandferðslan fyri nøkrum árum síðani av at seta fimm bilapláss fast av til tey fastbúgvandi. Skipanin við fimm bilaplássum heldur áfram. Eisini verða 30 pláss fast sett av til tey fastbúgvandi.

Restin av plássunum verða løgd út í plássileggingarskipanina. Verða ikki øll plássini bíløgd til ein túr, verða tey seld øðrum, um eftirspurningur er. Sam tekur íalt 115 ferðafólk og 12 persónbilar.

Enn sum áður fara tey fastbúgvandi at nýta borgarakortið frá Klasvíkar kommunu. Strandferðslan hevur eisini bjóðað umboðum fyri staðbundnu nevndunum í ein eftirmetingarbólk. Kunning og upplýsing um leið 56-Klaksvík-Syðradalur sæst á www.ssl.fo og verður eisini send umvegis sms-skipanina.

Plássbíleggingarskipanin fer eisini at verða sett í verk á hinum sjóvegis farleiðunum hjá SSL.

- Tað hevur víst seg, at við plássbílegging gerst planleggingin av ferðingini munin smidligari og lættari fyri bæði tey fastbúgvandi, onnur ferðafólk eins og manning, sigur Niels Juel Arge, strandferðslustjóri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder