2020-04-24 12:20
Í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna í Eysturoynni, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.
Viðkomandi koyrdi nógv skjótari enn loyvt var – 125 km/t, og hevur nú mist koryikortið.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey hava gjørt nógv burturúr at kanna ferðsluna seinastu tíðina. Fólk dáma serstakliga væl at koyra biltúrar í hesum døgum, nú koronasmittan m.a. hevur havt stóra ávirkan á ítróttina og mentanarlívið.
Mikudagin vórðu tríggir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra yvir 100 km/t Millum Fjarða. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald