Tey, sum búgva á oyggjunum skulu rinda tað sama. Tey, sum búgva aðrastaðni í Føroyum skulu rinda tað tvífaldað. Og fyri tey, sum búgva uttanlands verður prísurin meira enn ferfaldaður.
Hetta verður galdandi fyri ferðafólk á smáu oyggjaleiðirnar, tá nýggju prísirnir hjá Strandfafaskipum Landsins koma í gildi.
Fyri suðuroyarleiðina gerst tað bíligari hjá suðuroyingum at ferðast, fyri aðrar føroyingar hækkar hann við eini helvt og fyri útlendingar verður hann meira enn tvífaldaður.
Eitt sindur ymist er eisini hvussu prísirnir fyri bilar broytast.
Broytingarnar kunnu síggjast her
Fyrrapartin í dag hevur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum kunngjørt nýggju prísirnar fyri strandfaraskipini, sum fáa gildi á nýggjárinum.
Grundtaknarnir fyri broytingaunum er, at tey, sum búgva á oyggjunum og bert hava sjóvegis samband til meginøkið, skulu fáa ein lætta. Tey, sum bert nýta Sam, Sildberan og hini strandfaraskipini viðhvørt, kunnu gjalda eitt sindur meir. Og tey, ið búgva uttanlands skulu rinda kostprís.
Dennis Holm vísir á, at viðvíkjandi útlendingum, so eru prísirnir skipaðir eftir sama leisti sum fyri tyrluna hjá Atlantsflogi.
Tað verður Samleikakortið hjá Talgildu Føroyum, sum verður grundarlagið undir skipanini, fyri at skyna millum oyggjabúgvar, aðrar føroyingar og útlendsk ferðafólk, tá ferðaseðlar verða keyptir.
Prísskipanin hjá Bygdaleiðum eisini broytt
Prísskipanin hjá Bygdaleiðum verður eisini dagførd. Hetta arbeiðið er ígongd, og verður nýggja prísskipanin hjá Bygdaleiðum ætlandi eisini klár at seta í verk eftir ársskiftið.
Hóast skilt verður ímillum oyggjabúgvar og aðrar føroyingar, so kunnu fólk í øðrum pørtum av landinum, sum hava fulltíðarstørv á oyggjunum, søkja um at fáa sama prís sum oyggjabúgvar, og fáa á tann hátt somu sømdir sum oyggjabúgvar.
Føroysk lesandi uttanlands fáa eisini, við at vísa galdandi lestrarkort, somu sømdir sum føroyingar, tá tey ferðast við oyggjaleiðum og bygdaleiðum.
Nýggj prísskipan og nýggjar tíðir
- Nýggja prísskipanin er tekin um nýggjar tíðir hjá Strandfaraskipum Landsins. Vanliga verður bara hugt eftir útreiðslunum hjá Strandfaraskipum Landsins og í lítlan mun eftir inntøkunum. Men við einari vaksandi ferðavinnu, sum eisini setur økt krøv, so hevur tað eisini týdning at hyggja eftir prísbygnaðinum – og kann eitt vaksandi inntøkugrundarlag frá ferðavinnuni eisini leggja lunnar undir betri tænastur, sum fólk kring alt landið eisini fáa ágóðan av, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald