Hann gjørdist ein ímynd fyri "tí góðu amerikansku faðirtypuni" í sjónvarpsrøðini "The Cosby Show", har hann spældi Cliff Huxtable, ið er ein vællýddur lækni. Røðin var sera vælumtókt, og var slóðbrótandi fyri littar sjónleikarar, kamerafólk og onnur í sjóvarpsyrkinum. Serliga hendan røðin var við til at gera Cosby til ein av mest vælumtóktu skemtarunum/sjónleikarunum í USA.
Góða umdømi hjá nú 82-ára gamla manninum er nú í knúsi. Hetta kemst av, at í 2014 og 2015 kom ein rúgva av ákærum, áleið 60, um kynsligan ágang mótvegis kvinnum fram. Cosby hevði havt eitt umdømi sum ein konufólkarevur í vinnuni, men ígjøgnum 2015 gjørdist greitt, at hann útfrá ákærunum, heilt frá seint í 60'árunum javnan hevði gjørt seg inn á kvinnur: Oftast við at geva teimum tablettir, sum hann oftast segði vóru høvuðpínutablettir ella sovutablettir, men sum í veruleikan doyvdi kvinnurnar, meðan Cosby gjørdi seg inn á tær.
Ákærurnar komu bóltandi, men í teimum allarflestu førunum var fyrningarfreistin farin. Men í fjør fall dómur í einum máli, ið snúði seg um ágang, sum Bill Cosby framdi í 2004 mótvegis Andreu Constand. Í hesum førinum hevði tá 67-ára gamli maðurin givið henni tablettir og síðani gjørt seg inn á hana.
Andrea Constand, ið vitnaði móti Cosby (Mynd: EPA)
Tað hevði tikið fleiri ár at fáa ein avgerð í málinum. Cosby noktaði seg sekan eftir dómin í fjør og kærdi; verjar hansara royndu at próvføra, at hann ikki hevði fingið eina rættvísa rættargongd frá dómaranum - millum annað orsaka av nógvu miðlaumrøðuni - men hetta hjálpti ikki. Dómurin stendur við: Bill Cosby varð dømdur millum trý og tíggju ára fongslu, og navn hansara skal standa á einum lista yvir dømdar sex-brotsmenn.
Kelda: TV2 - her sæst ein tíðarlinja yvir ákærurnar móti Cosby og rættarmálið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald