- Samgonguumboðini tóku ikki undir við málinum við teirri grundgeving, at løgmaður fór at gera royndir at finna breiða semju og at kalla andstøðuumboð á fund í summar.
- Enn er onki at frætta frá samgonguni og løgmanni, meðan ótryggleikin og vónloysið bara økist millum borgarar í bygdunum eystan Múla.
Tað skrivar Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, í viðmerkingum til ein grein 52 fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann. Hann spyr millum annað hvørjar ætlanir samgongan hevur við atliti til tunlum Norður um Fjall.
Eisini spyr Bill Justinussen løgmann um hann heldur verandi ferðslu gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall vera nóg trygga, og um skúlabarnaflutningurin á hesi farleið kann halda fram óbroyttur.
- Saman hava Hvannasunds og Viðareiðis kommuna tikið stig til at vísa á alternativa loysn at loysa -málið um tunlar Norður um Fjall. Eitt fullfíggjað uppskot er gjørt, har tey lokalu sjálvi hava fíggjað kostnaðin av at fáa uttanhýsis fakfólk at gera uppskotið. Eitt arbeiði, sum vanliga liggur á landsmyndugleikanum, og sum vanliga verður fíggjað av landsins fíggjarlóg. Men enn hevur samgongan ikki víst áhuga fyri hesum lokala átaki, sum er besta loysn, nakar enn hevur kunnað víst á, fyri at seta ferð á tunnilsgerðina, skrvar Bill Justinussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald