Mentan

Billboard almannakunngerð størstu hittini nakrantíð

Heimsins størsti hittlisti almannakunngerð heimsins størstu hitt

Chubby Checker (næst frá høgru) dansar The Twist

Chubby Checker (næst frá høgru) dansar The Twist

2018-08-03 10:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hjá tónleikarum er ikki nógv, sum er størri enn at koma á amerikanska Billboard Hot 100 listan, sum hvørja viku vísir hvørjir sangir eru teir mest seldu, mest spældu og mest stroymaðu.

Billboard Hot 100 fyllir í vikuni 60 ár, og í hesum sambandi hevur Billboard almannakunngjørt topp 600 tey størstu hittini nakrantíð.

Og sigast má, at har eru nógv stór hitt á listanum. Alt frá penum kærleikssangum til stuttligar dansisangir. Kanska serliga er tað sangir at dansa til, sum hava víst seg at verða vælumtóktir, ella sangir, sum tosa til tær jaligu kenslurnar í fólki.

Størsta hittið á Billboard Hot 100 listanum seinastu 60 árni er eisini ein sangur, sum hevur eittans endamál – at fáa teg at dansa. Talan er er um hittið hjá Chubby Checker frá 1960 “The Twist”. Næst á listanum er aftur ein soul-kendur sangur, sum fær fólk at flyta kroppin. Tað er sangurin “Smooth” frá 1999 hjá Santana feat. Rob Thomas. Nummar trý á listanum er “Mack The Knife” eftir Bobby Darin frá 1959.

Topp 10 listin er hesin:

1: Chubby Checker 'The Twist' (1960)

2: Santana feat. Rob Thomas 'Smooth' (1999)

3: Bobby Darin 'Mack the Knife' (1959)

4: Mark Ronson feat. Bruno Mars 'Uptown Funk' (2015)

5: LeAnn Rimes 'How Do I Live' (1997)

6: LMFAO feat. Lauren Bennett & GoonRock 'Party Rock Anthem' (2011)

7: Black Eyed Peas 'I Gotta Feeling' (2009)

8: Los del Rio 'Macarena' (1996)

9: Ed Sheeran 'Shape of You' (2017)

10: Olivia Newton-John 'Physical' (1981)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder