Innanlands

Bilstuldur í nátt

Ein bilur varð tikin beint eftir midnátt norðanfyri. Løgreglan fann bilin og síðani tann, ið hevði tikið bilin

Tann seki - viðkomandi ið framdi brúksstuldurin - fær í minsta lagi eina bót (Mynd: Sverri Egholm)

Tann seki - viðkomandi ið framdi brúksstuldurin - fær í minsta lagi eina bót (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-05 12:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakað eftir midnátt varð ein bilur stolin norðanfyri. Ein persónur var farin avstað við einum bili, og síðani sett hann frá sær aftur.

Løgreglan fann heldur tilvildarliga hendan bilin aftur løtu seinni. Akfarið stóð tá einsamalt, upplýsir vatktleiðarin - førarin var farin frá bilinum.

Síðani var farið at leita og eftir eina løtu varð funnið fram til persónin, sum hevði framt stuldurin.

Talan er um ein sonevndan brúksstuldur. Í slíkum førum fær tann seki í øllum førum eina bót - í ringasta føri verður talan um eitt slag av fongsulsrevsing.

Vaktleiðarin á løgrelustøðuni í Havn upplýsir eisini, at eitt lítið ferðsluóhapp fór fram í høvuðsstaðnum í gjár. Eingin veruligur skaði var, og partarnir funnu útav tí saman við løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder