2025-09-29 08:23

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Kollafirði, har ein bilur koyrdi út av vegnum og endaði á liðini.
Tað er ikki greitt, hví óhappið hendi, men blóðroynd er tikin av bilføraranum fyri at finna útav, um hann kann hava verið ávirkaður, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vaktleiðarin leggur afturat, at fólkini í bilinum ikki høvdu nakran sjónligan skaða.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið rættiliga friðarligt.
Løgreglan skrásetti tó eitt ferðslumál seinnapartin í gjár, tá ein bilførari varð tikin fyri at koyra framvið reyðum ljósi á Marknagilsvegnum í Havn. Tað fær hann bót og klipp fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald