2025-10-12 09:35

Seinnapartin í gjár - stutt eftir klokkan 16 - fekk løgreglan eina fráboðan um eitt heldur ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna.
Ein bilur var farin út av einum parkeringsøki og endaði á einum stoyptum grundstykki einar 5-6 metrar longur niðri.
Sløkkilið, sjúkrabilur og løgregla fóru á staðið. Førarin var einsamallur í bilinum, sum endaði á takinum, og viðkomandi varð koyrdur á sjúrkahúsið til nærri kanningar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki kennir støðuna hjá føraranum.
Ábendingar eru um, at tað var eitt menniskjasligt mistak, sum var orsøkin til ferðsluóhappið, og ongar ábendingar eru um, at førarin var ávirkaður, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald