Innanlands

Bilur fór av vegnum í Miðvági

Bilurin fór bóltandi. Einasti persónurin í bilinum varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar - eingin persónsskaði var

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at bilurin bóltaði runt, tá hann var farin av vegnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at bilurin bóltaði runt, tá hann var farin av vegnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-28 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár kom fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum í Miðvági.

Talan var um eitt sonevnt soloóhapp. Tað var bert bilførarin í bilinum, tá óhappið hendi.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at bilurin bóltaði runt, tá hann var farin av vegnum.

Hjálp kom á staðið, og bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Har varð staðfest, at viðkomandi ikki hevði fingið nakað nevnivert kropsligt mein av hendingini.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder