Innanlands

Bilur fór í knús

Men tíbetur var eingin fólkaskaði tá ein persónbilur í gjár koyrdi út fyri ein treylara

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-27 07:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var seinnapartin í gjár í Trongisvági tá ein persónbilur og ein treylari stoyttu saman.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun upplýsir, at persónbilurin koyrdi út fyri treylaran. At síggja til var eingin fólkaskaði, men báðir bilførararnir kortini vórðu fluttir á sjúkrahúsið á Tvøroyri.

Persónbilurin fór rættiliga illa og gjørdist vrak. Treylarin fekk nakað av skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder