2020-11-27 11:21

Í morgun, klokkan tjúgu minuttir í tíggju, fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið Við Áir.
Talan var um ein bil, sum koyrdi útav vegnum – eitt sonevnt soloóhapp.
Av politistøðini verður sagt, at førarin ongan sjónligan skaða hevði, men kortini var hann fluttur á sjúkrahúsið til kanningar, sum vanligt er at gera í slíkum førum.
Bilurin, sum endaði á liðini, hevur tó fingið stóran skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald