Innanlands

Bilur rakti fótgangara

Ein bilur rakti fótgangara og seinni um dagin var harmonikusamanstoytur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-11 09:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey ferðsluóhapp vóru í Havn í gjár. Í nógva regninum gjáramorgunin var ein bilur sum kom koyrandi gjøgnum ferðsluljós í miðbýnum, men í einum svingi rakti hann eitt fólk, sum var á veg tvørtur um vegin eftir gonguteiginum.

Tíbetur stóðst lítil og eingin persónsskaði av hendingini, men perónurin var kortini koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Hóast sýnið var sera ringt í nógva regninum, hava bilførararnir treytaleysa víkiskyldu í hesum førinum, og tí missir bilførarin koyrikortið treytað.

Harmonikusamanstoytur
Í gjárkvøldið var aftur ferðsluóhapp í Havn og tríggir bilar vóru íblandaðir. Hetta var eisini í miðbýnum har bilarnir koyra við lítlari frástøðu.

Tann fremsti bilurin bremsar, og síðani klára fyrsti og annar bilurin aftanfyri ikki at bremsa og allir tríggir enda tí í samanstoyti.

Teir báðir bilførararnir aftaru bilunum fáa klipp ikki at hada neyðuga frástøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder