2021-09-05 10:10

Stutt fyri klokkan eitt í nátt var eitt álvarsligt ferðsluóhapp í høvuðsstaðnum.
Óhappið hendi á krossinum við Grønlandsvegin. Tveir dreingir á skutara yvirhildu ikki víkiskylduna, og tá teir koyra út, verða teir árendir av einum bili.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at dreingirnir komu álvarsliga til skaða og vórðu innlagdir á sjúkrahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald