Í gjárkvøldið stutt eftir klokkan níggju var eitt sonevnt víkskylduóhapp í høvuðsstaðnum, har ein bilførari endað við at renna á eina súkklu.
Súkklarin fekk eitt sindur av skaða, og eisini var nakað av materiellum skaða.
Tá ein bilførari brýtur víkiskylduna og gerst orsøkin til eitt ferðsluóhapp, sum talan var um í hesum førinum, kann førarin vænta at missa koyrikortið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Ein annar, sum kann missa koyrikortið, var ein bilførari, sum varð tikin fyri at koyra ov skjótt, tá løgreglan gjørdi ferðamátingar í Eysturoynni í gjár.
Tilsamans vórðu tvey mál skrivað. Hjá tí eina føraranum bleiv tað til eina treytaða frádøming, meðan hin fekk klipp í koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald