2019-07-07 11:28
Á middegi í gjár var ein bilførari sera óheppin, tá hann skuldi parkera bilin.
Maðurin hevði sett bilin niðri á Støð á Glyvrum, og var síðani farin frá bilinum. Men skjótt fekk hann at vita frá øðrum, at bilurin var farin á rull og var endaður á sjónum.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at maðurin varð vístur til tryggingina, og at bilurin var fingin upp aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald