2020-01-31 16:10

Eitt ferðsluóhapp hendi í morgun við landsvegin norðan fyri Hvannasund.
Ein bilur, sum kom úr tunellini á veg suðureftir, kom út í grúsið í vegjaðaranum, og førarin misti tamarhaldið á bilinum, sum rendi út av vegnum.
Ongin mansskaði hendi, bert skrokkskaði á bilin, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Í dag hevur løgreglan verið í Eysturoynni og gjørt eitt miðvíst átak móti brúki av fartelefonum meðan koyrt verður í bili. Tvey mál vórðu skrásett, verður sagt av politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald