2023-09-21 07:54
Stórur materiellur skaði hendi tá ein bilur í gjárkvøldið koyrdi av vegnum og bóltaði runt og endaði á síðuni.
Fimm gentur ella ungar kvinnur vóru í bilinum, men tíbetur var ongin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.
Óhappið hendi nakað eftir klokkan 22 í gjárkvøldið á einsporaða vegnum niðan móti vatnbyrgingini í Havnardali. Allir rútarnir í bilinum knústust, og genturnar í bilinum sluppu í fyrstu atløgu ikki úr bilinum.
Helst er bilurin komin ov langt út á vegøkslina, og so hevur førarin mist tamarhaldið á bilinum. Tað er ikki illgruni um, at rúsdrekka var uppií, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald