2023-09-04 09:43
Seinnapartin í gjár, beint eftir klokkan trý, rendi ein bilur í bilverjuna omanfyri Sundsverkið.
Eingin fólkaskaði var, men bilurin fekk so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt av staðnum. Tveir aðrir bilar á staðnum fingu eisini smærri skaðar, tá teir vórðu raktir av steinum og øðrum lutum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vóru á staðnum. Hví bilurin rendi á, veit løgreglan ikki at siga, men tað verður kannað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald