Innanlands

Bilurin uppkolaður, men fólkini hava tað gott

Tvey vaksin og fýra børn vóru í bilinum, sum eldur kom í inni í Árnafjarðartunlinum. Landsverk kannar nú tunnilin

2020-07-15 00:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað sær ógvusligt út á myndunum, men tíbetur hava øll fólkini, sum vóru í bilinum tað gott, og sluppu undan at fara á sjúkrahús.

Tvey vaksin og fýra børn vóru í bilinum, sum eldur kom í Árnafjarðartunlinum um hálvgun níggju tíðina. Tey vórðu flutt burtur frá vnadnaum í einum øðrum bili, sigur Hendrik Akurstein, sløkkiliðsmaður, við útvarpið í kvøld.

Bilurin er upp kolaður.

Árnafjarðartunnilin, sum er millum Klaksvík og Árnafjørð, er framvegis stongdur, og Landsverk kannar nú tunnilin.

- Sum eg skilji á lagnum, er nógv stórt og leyst grót uppi undir tunnilsloftinum. Nú eu teir farnir eftir lastbilum og stórum amboðum til tað, so tað verður ikki beinanvegin, at hann letur upp aftur, metir Hendrik Akurstein.

placeholder
placeholder