Innanlands

Bindilið millum eldru borgarar og býráðið skal veljast

Val til eldraráðið í høvuðsstaðarkommununi nærkast

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-07-16 10:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Valrætt og valbæri til eldraráðið hava øll, sum valdagin hava fylt 60 ár, og sum eru tilmeldað fólkayvirlitinum í Tórshavnar kommunu.

Valevnisfráboðanirnar mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagi klokkan 16, fýra vikur undan valdegnum, sum er 8. oktober.

Limir í eldraráðnum verða valdir fyri 4 ár. Valdir verða 5 limir og 5 varalimir. Valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir valið.

Tey, ið vilja bjóða seg fram til eldraráðið, skulu fylla út eina valevnisfráboðan. Hetta skjalið fæst í Snarskivuni og á torshavn.fo seinni í summar.

Eldraráðið er bindilið millum teir eldru borgararnar og Býráðið og skal tryggja, at eldru borgararnir verða hoyrdir í viðurskiftum, sum viðvíkja teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder