Innanlands

Biskupur prædikar í Keypmannahavn 7. desember

Føroyskar gudstænastur eru fast í kirkjuni fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum kl. 14

2025-12-04 18:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Annan sunnudag í advent, 7. desember, prædikar biskupur Jógvan Fríðriksson, í Hans Egedes Kirkju í Keypmannahavn.

Føroyskar gudstænastur eru fast í kirkjuni fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum kl. 14.

Føroyska kirkjuliðið, Sankta Ólavs kirkjulið, varð sett á stovn 28. november 1915 og hevur í ár 110 ár á baki.

Bispur hevur prædikuna, og føroyski presturin í Keypmannahavn, Borgny Brünings-Hansen, er liturgur.

Eftir gudstænastuna er samvera og drekkamuður í hølunum við síðuna av kirkjuni, har bispur í stuttum fer at greiða frá um Fólkakirkjuna.

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder