Innanlands

Bispur er ársins almenni leiðari

Hóast dulur hevur hann evnini góð at lurta

Jógvan Fríðriksson (Mynd: Sverri Egholm)

Jógvan Fríðriksson (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-31 16:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson er ársins leiðari innan tað almenna.

Tað varð kunngjørt á leiðaradegnum, sum fyritøkan Synergi, skipar fyri á Hotel Føroyum í dag.

Bispur er fólksligur og fyrikomandi, og hóast dulur, eru evnini at lurta góð, ljóðaði millum annað í grundgevingini, sum vísti á, at bispur hevur orðið í sínimakt, vísir tolsemi í sínum starvi og dugir væl at vegleiða sínum starvsfólki.

Eisini dugir hann at hyggja aftureftir, tá hann setir kósina frameftir og megnar at seta kós trygt fram á leið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder