Innanlands

Bispur: Kanska skuldu vit sitið heima heldur enn fari á uttanlandsferð

Ovastin í føroysku fólkakirkjuni setir grønar tilveruspurningar á breddan

Jógvan Fríðriksson (Savnsmynd)

Jógvan Fríðriksson (Savnsmynd)

2018-10-22 17:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit hava sum fólkakirkja og kristin menniskju eina ábyrgd av náttúruni og skapanarverkinum. Umhvørvisspurningar eru nógv djypri enn ein spurningur um at koyra el-bilar ella ikki. Vit skulu ansa eftir at slíkar grønar loysnir ikki fjala yvir teimum veruligu spurningunum.

- Vóru vit ordiliga grøn høvdu vit sagt, nei, flogferðsla dálkar, so vit sita heima komandi summar.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur seinastu dagarnir verið í Íslandi, har hann hevur luttikið á norðurlendskum bispafundi og eisini luttikið á ráðstevnuni Arctic Circle.

Í samrøðu við útvarpið í morgun greiddi hann frá, hvussu spurningurin um grøna orku hevur verið eitt av evnunum, sum hann sjávur eisini tók upp, tá hann prædikaði undir gudstænastuni í Hafnafjarðar kirkju í gjár, tí ”aftan fyri grønu orkuna er ikki einki av dupultmorali”.

Sambært bispi hevur fólkakirkjan eina uppgávu í grøna kjakinum. Ikki bara fyri at vera politisk korrekt og fylgja rákinum í tíðini, men tí at menniskjan longu í spanarsøguni hevur fingið litið upp í hendur, at røkja skapanarverkið, greiddi Jógvan Fríðriksson frá.

- Vit skulu gera tað fyri at hjálpa upprunafólkunum í Arktis og fyri at hjálpa fólkunum í Fjareystri, sum ganga við maskum fyri andlitið tí luftin er dálkað.

- Men vit skulu eisini hyggja eftir okkum sjálvum, og hugsa um fólkini á Signabø og í Runavík, sum ikki fáa sovið um næturnar orsaka av óljóði frá skipunum.

Bispur heldur tað tí ikki vera nóg mikið at koyra í grønum bilum og halda alt standa væl til, meðan skipini liggja úti í Nólsoyarfirði og aðrastaðni og brenna tunga olju, dálka og halda gang, so at fólkið verður stressað og fær ikki sovið.

Jógvan Fríðriksson vísir á, at uppgávan hjá kirkjuni er lurta eftir og at taka sær av fólkinum og teimum tørvum, sum fólkið hevur, meira enn at vera longdi armurin hjá myndugleikumum.

- Vit skulu taka ábyrgd har vit eru. Vit eiga sum fólkakirkja at geva tí gætur, sum fólkið er upptikið av, og sum er ein hóttan móti okkum øllum. Men tað skal ikki bara vera dapurt. Okkara uppgáva í fólkakirkjuni er eisini at prædika eina kristna vón, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder