2020-09-07 23:22
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
MRCC fekk klokkan hálvgun átta sunnumorgunin boð frá løgregluni um ein drong, sum var endaður á sjónum í Havnini í Skopun, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.
Bæði bjargingartyrlan og Lív fingu boð um at fara avstað sum skjótast, men tað gjørdist ikki neyðugt við hesum. Drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili, sum Teistin sigldi um Skopunarfjørð.
Sambært løgregluni hevur drongurin tað gott eftir umstøðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald