Uttanlands

Bjargingarætlan klár fyri Norwegian

Fyrsta treyt var ein samtykt á eykaaðalfundi í dag

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-05-04 10:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Útlit eru fyri, at stóra norska flogfelagið, Norwegian, kann bjargast.

Partaeigararnir í felagnum hava á eykaaðalfundi fyrrapartin atkvøtt fyri eini stórari bjargingarætlan.

Hetta inniber, at teirra partabrøv missa umleið 95 prosent av virðinum, í sambandi við eina nýútskriving av partabrøvunum. Hetta verður mett neyðugt fyri at bjarga rillandi flogfelagnum.

Núverandi partaeigararnir hava so at siga mist ognarlutin í felagnum, eisini hóast virðið á partabrøvunum longu er fallið við umleið 85 prosentum í ár. Men alternativið til hesa bjargingarætlan var, at felagið fór á húsagang, skrivar Danmarks Radio.

Avgerðin í dag merkirð, at flogfelagið fær ein part av einum bjargingarpakka hjá norska statinum á tríggjar milliardir norskar krónur.

Tað hjálpir flogfelagnum at halda seg gangandi restina av árinum. Men ætlanin er eisini at finna 300 til 400 milliónir krónur meira í partapeningi.

Verandi partaeigarar fáa framíhjátætt til keyp av partabrøvum, tí víðkanin verður sett í gildi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder