Uttanlands

Bjargingarleiðari: - Teir bjargaðu dreingirnir hava tað gott

Teir fýra dreingirnir, sum vórðu bjargaðir í gjárkvøldið úr hellinum við Tham Luang í Tailandi, hava tað eftir umstøðunum gott

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-07-09 10:13 Author image
Oda Strøm
placeholder

Teir fýra dreingirnir, sum vórðu bjargaðir í gjárkvøldið úr hellinum við Tham Luang í Tailandi, hava tað eftir umstøðunum gott, sigur Narongsak Osotthanakorn, ið leiðir bjargingarátakinum á tíðindafundi, skrivar TV2.

Osotthanakorn sigur, at dreingirnir vóru sera svangir og bóðu m.a. um rættin pad kra pao, sum er ein tailendskur rísrættur við svínakjøti og basilikum. Allir fýra dreingirnir eru á sjúkrahúsi í býnum Chiang Rai, sum liggur í norðara partinum av Tailandi.

Dreingir eru í karantenu. Hetta er orsakað av, at dreingirnir kunnu hava fylgisjúkur ella infektiónir, aftaná at hava verið innibyrgdir í hellinum í so nógvar dagar. Osotthanakorn sigur tó, at umhugsað verður at lata foreldrini síggja børnini. 

Væntandi verður meir at frætta seinnapartin um hvussu gongst við at bjarga hinum 8 dreingjunum og venjara teirra.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder