2026-02-04 18:40
Fyri einum góðum tíma síðan var eitt ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi. Tað var ein bilur, sum var farin inn til síðuna á vegnum og stóð og blinkaði har. Ein bilur kom koyrandi aftanifrá, men kláraði ikki at bremsa og rendi í reyvina.
Helst hevur verið hált.
Av politistøðini verður sagt, at eitt fólk varð koyrt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, men at tað ikki tóktist til at vera hendur tann stóri fólkaskaðin.
Ferðslan var tarnað eina løtu av óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald