Innanlands

Eldur kyknaði í uppvaskimaskinu

Sløkkiliðið varð boðsent til Boðanesheimið í Havn í gjárkvøldið

2026-02-05 07:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint fyri klokkan 19 í gjárkvøldið, var sløkkiliðið í Havn boðsent til ein eldsbruna á Boðanesheiminum.

Tað vísti seg, at eldur var kyknaður í eina uppvaskimaskinu. Eldurin var tíbetur ikki størri enn so, at hann kundi sløkkjast við einum eldsløkkjara.

Alt bendir á, at okkurt hevur verið galið við elekstrisku installasjónini í maskinuni, og tað verður nú kannað nærri, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder