
Komandi vikuskiftið verður jóansøkan hildin á Tvøroyri, og nógv verður gjørt burturúr tónleiki í pallinum í miðbýnum.
Nýggjastu nøvnini, sum eru kunngjørd á tónleikaskránni eru Bjarki Hansen og Starlight.
Frálík og kraftig rødd
Fríggjakvøldið beint eftir pisufundin, verður høvi at hoyra einastandandi røddina hjá Bjarka Hansen.
Tónlistarligu evnini eru eyðsýnd hjá unga havnamanninum. Við frálíku og kraftmiklu rødd síni, megnar Bjarki veruliga at fanga fjøldina.
Bjarki hevur givið fleiri sera væl umtókt løg út, eitt nú "Tú angar so væl", "Vár og Bjørt" og "Tvørtur um rúmið". Herfyri var hann eisini hálaður upp á pallin av sjálvum Bryan Adams, ið hevði lagt merki til røddina hjá Bjarka, millum teir mongu áhoyrararnir við Tjarnir.
Knáir gamlir sunnanmenn
Sunnukvøldið á jóansøku verður eisini minniligt á tónleikapallinum, tí jóansøkan fær vitjan av nøkrum knáum gomlum sunnanmonnum.
”Knáir gamlir menn” nevna teir í hvussu er tað eina av nýggju løgunum, ið teir fyri stuttum hava givið út. Og sigast má, at skal dømast út frá tónleikinum, so er sanniliga talan um knáar menn – hatta við aldrinum lata vit fara.
Tað er sjálvandi bólkurin Starlight, ið talan er um. Bólkurin, ið annars gjørdi um seg í sjeyti- og áttatiárunum, hevur fingið eina veruliga endurreisn seinastu tvey-trý árini og hevur m.a. spælt á Ljósfestini í Vági.
Nøkur ár eru liðin, síðan teir í 1981 vunnu heitið ársins tónleikabólkur, men enn er plúmm í jassunum sum nú kunnu upplivast á jóansøku, á stóra pallinum í miðbýnum á Tvøroyri.
Starlight eru: Jóhan Martin Jacobsen (gittar), Kári Lisberg (bass), Sámal Samuelsen (trummur), Fimmboði Lisberg (gittar og sang) og Jákup Hansen (sang).
Sputnik aftur á tónleikahimmalinum
Tað má vera fáur føroyingur, ið ikki veit um orkestrið Sputnik, ja á Tvøroyri er so eingin, ið ikki kennir til teir!
Bólkurin sá dagsins ljós í 1975 og var virkin inn í níti-árini, men hevur havt onkra einstaka framførslu síðan. Upprunamanningin taldi brøðurnir Jens og Marner Lisberg, Jan West (Petersen) og Rasmus Magnussen. Seinni kom Ragnar Djurhuus afturat og annars hava fleiri góðir tónleikarar verið afturat orkestrinum - eitt nú Johan Dahl, Jens Johannesen.
Jens Lisberg
Bólkurin gjørdist beinanvegin sera væl umtóktur og tá hann í 1984 gav plátuna "Oyggjaland í sól" og seinni "Lat okkum fara". Frálíku, eyðkendu røddirnar hjá Lisberg brøðrunum gjørdist fólkaogn og enn hoyrast løg teirra javnan í Kringvarpinum.
Hvør kennur ikki "Eg sjólívið valdi", "Oyggjaland í sól" og "langt burt frá tær, við Noregs køldu strendur", bert fyri at nevna nakrar fáar?
Sunnukvøldið á jóansøku verður høvi at síggja og hoyra Sputnik aftur! Hóast øll upprunamanningin ikki er við, so telur manningin: Jens Lisberg (sang), Jan West (trummur), Ragnar Djurhuus (bass), Poul Hammer (guitar/munnharpu/keyboard/sang) og Trygvi D. Strøm (guitar).
Sum sagt, so er tónleikaskráin fyri Jóansøkuna umfatandi í ár. Burtur úr rúgvuni kunni vit nevna:
Fríggjadagin: Jónas Gaard, Bjarni Hansen, Spók
Leygardagin: Adrenaline, Swangah, Roland Hartwell Jr., Eyðun, Kim & Terji, Stongum & Guttesen, Sámal & Ronnie
Sunnudagin: Sputnik, Starlight
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald