Fotoframsýningar eru lutfalsliga rárar her um leiðir, og tí er tað við stórum spenningi, at boðað verður frá eini framsýning við fotomyndum, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 23. mars klokkan 15-17.
Fotografin kenna tey flestu, tó at hann er debutantur í listaligum høpi.
Tað er Bjarni Árting Rubeksen, sum í ein mansaldur hevur verið myndamaður í Kringvarpinum. Seinastu árini hevur hann serliga gjørt vart við seg í myndareportasjum, ið hava verið at sæð á heimasíðuni hjá KVF.
Myndevni hjá Bjarna Árting Rubeksen er tað, ið gongur fyri seg í føroyska samfelagnum. Tað liggur sjáldsama væl fyri hjá honum at vera fluga á vegginum undir politiskum samráðingum, har hann mangan hevur vakt ans við sínum plettskotum. Bjarni Árting Rubeksen hevur eisini gjørt myndafrásagnir í mentanarhøpi og onkrar framúr lýsingar eru av listafólkum og teirra móttakarum. Ein ómetaliga lívsfegin mynd, ið er tikin av ungfólki á einum tónleikafestivali, fangar eitt serligt huglag av inniligari gleði í beintnúinum uttan tanka fyri í gjár ella í morgin.
Av teimum gott tjúgu fotomyndunum á framsýningini er umleið helmingurin av politikarum. Talan er um bæði støðumyndir og portrettmyndir av menniskjum við ymiskum andlitsbrøgdum og handarørslum, ið vísa maktina, einsemið, villareiðið og ómetaliga trýstið, sum hesi fólksins umboð kunnu vera fyri.
Fokus hjá Bjarna Árting Rubeksen er menniskjað í føroyska samtíðarsamfelagnum.
Myndirnar eru rættiliga ymiskar; summar merktar av spentum tómleika, meðan myndarúmið aðrastaðni er á tremur av fólkum, hetta seinasta er galdandi fyri eina mynd av eini mótmælisgongu í Tinganesi. Har kemur ein ørgrynna av álvarsligum kvinnum og monnum í frakkum, húgvum og turriklæðum gangandi móti áskoðaranum – Hetta er fólkið í Føroyum, lýst bæði sum einstaklingar og heild.
Í eini aðrari mynd er myndarúmið púra tómt og myrkt - miðskeiðis hómast eitt menniskja, ið tykist púra einsamalt í verðini. Greiður samanhangur er millum huglag, kompositión og myndamál. Tað sæst eisini í portrettmyndini av einum miðflokkamanni, sum stendur inni í myrka tingsalinum við vindeyga, har ljósið streymar inn og fær ein næstan guddómligan dám við vindeygalistanum, ið umskapast til kross.
Nógv av fólkunum kenna vit, tí tey á ymiskan hátt eru virkin í føroyska samfelagnum. Myndin av borgarstjóranum í Skopun, sum er tikin beint eftir, at hann (við grindaknívi!) skar snórin í Sandoyartunlinum, er serlig. Sjónarhornið er eitt sindur lágt, so at tann portretteraði maðurin vaksur í vavi. Maðurin er í føroyskum klæðum og stendur mitt í myndini við armunum upp í loft. Høvdið er eitt sindur afturá, munnurin er afturlatin við einum elalítlum, stoltum brosi sum er hann meira enn væl nøgdur við støðuna og sín egna leiklut í hesi støðu. Fotografurin hevur fangað eitt huglag, fult av hátíð og stórlæti í eini kompositión, har sannur geislaljómur sýnist glógva kring persónin, ið tað sama kundi verið onkur legendariskur dirigentur ella sjálvur pávin.
Og nettupp humor og tað gløgga skálkabrosið hómast eisini fleiri staðni í myndaheiminum hjá Bjarna Árting Rubeksen.
Hansara fotomyndir eru merktar av sálarfrøðiligum innliti og empati samstundis sum tær sýna fagurfrøðilig atlit og fotolistaligan ans við denti á bygnað, ljós/skuggaárin og á teir einstøku myndaliðirnar. Raðfestingin av svarthvítum myndum er somuleiðis fagurfrøðilig og gevur heildini ein klassiskan, einfaldan og fokuseraðan dám.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald