Innanlands

Nudlur í koppi afturkallaðar

Orsøkin er skaðilig evni í vøruni, sum er seld í føroyskum serhandli

2026-06-15 16:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt slag av nudlum í koppi, sum er elt í føroyskum serhandli, er afturkallað orsakað av skaðiligum evnum.

Talan er um "Buldak Spicy Ramen Hot Chicken Flavour Cup (Instan Nudeln Carbonara)", sum er framleitt av Samyang Foods.

Nudlurnar, sum verða afturkallaðar eru best fyri 28. august 2026.

– 3-MCPD og glycidyl estre eru evni, ið verða flokkað sum dálkingarevni frá framleiðslutilgongdini. Tey koma fyri í ávísum matvørum, serliga har plantuoljur verða hitaðar upp til høgan hita, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Hesi evni kunnu hava heilsufrøðiligan vanda við sær. Talan er ikki um bráðfengis heilsuvanda, men um matur við hesum evnum verður etin yvir longri tíðarskeið, kann heilsuvandi koma.

Nudlurnar eiga tí at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder