Innanlands

Bussur rendi á bil

Í gjár var eitt ferðsluóhapp við brúnna um streymin – Bilurin fekk skaða, men fólkaskaði var eingin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-15 07:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt ferðafólk er skuldsett fyri brot á víkiskylduna eftir eitt ferðsluóhapp í gjár við brúnna um streymin, streymoyarmegin.

Ferðafólkið, sum var í leigubili, varnaðist ikki bussin, sum kom koyrandi av brúnni og úrslitið var, at bussurin rendi á bilin.

Bilurin fekk skaða, men førarin, sum var einsamallur í bilinum, fekk ongan skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at hann fær helst eina bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder