Innanlands

Bjarni Dam 15 ára starvsdag hjá Kvívíkar kommunu

Hann røkir starvið sum umsjónarmaður á ruskplássinum, og Bjarni hevur verið við í eini broytingartíð, har man nú skilur ruskið. Hátíðarhald var í gjár

Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Bjarna blómur og ein gávu

Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Bjarna blómur og ein gávu

2023-09-20 09:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fleiri enn enn 15 ár hevur Bjarni Dam verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu. Bjarni hevur øll hesi árini røkt starvið sum umsjónarmaður á ruskplássinum.

Hetta starv hevur Bjarni røkt til fulnar. Hann hevur verið við í eini broytingartíð, frá at alt bara varð kort í eina bingju, til at vit í dag skilja ruskið. Bjarni Dam hevur lært okkum borgarar at skilja ruskið, so at vit nú eru meira umhvørvisvinarlig.

Dagurin í gjár varð hátíðarhildin við hugnaligari løtu á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu, har starvsfelagar og nærmasta familja var komin saman. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Bjarna blómur og ein gávu.

Kvívíkar kommuna ynskir Bjarna hjartaliga til lukku við 15 ára starvsdegnum

Kvívíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder