Innanlands

Bjarni Johansen verður borgarstjóri í Vági

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin koppaðu Dennis Holm av sessinum

Bjarni Johansen (skíggjamynd: kvf)

Bjarni Johansen (skíggjamynd: kvf)

2020-11-10 23:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast úrslitið í Vágs kommunu gjørdist tað sama hesaferð, sum fyri fýra árum síðani, so kemur nú nýtt stýri í Vági.

Úrslitið av valinum var, at Tjóðveldi fekk fýra, Javnaðarflokkurin trý og Sambandsflokkurin tvey umboð eins og seinast, so slapp tjóðveldismaðurin ikki at halda fram við borðendan.

Eftir at úrslitið var greitt, fóru tey valdu frá javnaðarlistanum og sambandslistanum í einrúm, og her varð avgjørt, at hesir listar fara undir samstar við Bjarna Johansen, fyrstvalda á javnaðarlistanum sum borgarstjóra.

- Javnaðarflokkurin hevur í alt ov langa tíð staðið í skugganum av Tjóðveldi í Vági. Skulu vit varðveita trúðvirði, so muga vit taka ábyrgd nú, segði Bjarni Johansen við Kringvarpið fyri løtu síðani.

Munurin í mun til seinast er, at tvey umboð hjá Javnaðarflokkinum, fyrrverandi borgarstjórin Kristin Strøm Bech og Eydis Kjærbo, ikki stillaðu upp aftur hesaferð.

Nývald á javnaðarlistanum nú eru Bjarni Johansen og Magnus M. Hjelm. 

[object Object]
Dennis Holm, koppaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder