Innanlands

Bjarni Kárason Petersen: Samkynd foreldur eru fyri mismuni

Tingmaðurin vil vita um landsstýriskvinnan í almannamálum ætlar at broyta lógina um foreldramyndugleika, soleiðis at eitt barn hevur tvey foreldur við føðing, og um landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum ætlar at javnseta samkynd foreldur í barsilslógini

Bjarni Kárason Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni Kárason Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-21 09:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Í dag eru samkynd foreldur fyri mismuni í mun til foreldramyndugleika. Undir verandi lóg hevur bert foreldur, ið ber barnið, foreldramyndugleika við føðing, og hevur rættindi sum einligur, men hitt foreldrið hevur ongan løgfrøðiligan foreldramyndugleika við hartil hoyrandi rættindum við føðing. Hetta ávirkar familjurnar á nógvum mótum, serliga tá ið tað viðvíkur arvi og sosialum tænastum, so sum rættindi til barsilsútgjald, systkinafrádrátt v.m.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í almannamálum hesar fyrispurningar.

1. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika, soleiðis at eitt barn hevur tvey foreldur við føðing?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í ættleiðingarlógini, soleiðis at tað verður lættari hjá eini sammóður at ættleiða barn, sum makin hevur borið?

Hann vísir í viðmerking eisini á, at ein av góðkenningartreytunum fyri ættleiðing er, at tey, ið vilja ættleiða saman, skulu hava búð saman í minsta lagi 2 1⁄2 ár.

– Sostatt er ikki gjørligt hjá sammóðir ella -faðir at fáa foreldramyndugleika fyrr enn eftir at hava búð saman í 2 1⁄2 ár, og hava tey ikki rætt til eitt nú barsilsútgjald, hóast tey rinda inn til barsilsskipanina sum skattagjaldarar, eins og øll onnur.

Bjarni Kárason Petersen hevur eisini sett landstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, fyrispurning um barsilsskipanina.

1. Er landsstýrismaðurin kunnaður um dømir um tilburðir, har samkynd foreldur hava søkt um barsilsútgjald, og bert eina foreldrið fær rætt til útgjald?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um at javnseta samkynd foreldur í barsilslógini?

Tingmaðurin vísir á, at bert eitt av foreldrunum undir verandi lóg hevur foreldramyndugleika og sostatt hevur rættindi sum einligur undir barsilslógini.

Í dag eru samkynd foreldur fyri mismuni í mun til barsilsskipanina. Undir verandi lóg hevur bert eitt av foreldrunum foreldramyndugleika, og hevur rættindi sum einligur undir barsilslógini.

– Hitt foreldrið hevur eingi rættindi undir barsilsskipanini, hóast tey rinda inn til barsilsskipanina sum skattagjaldarar, eins og øll onnur. Skulu tvey samkynd foreldur hava eitt barn, kann bert annað fara í barsilsfarloyvi. 

Skulu til dømis tvær kvinnur hava eitt barn, verður barnsburðarfarloyvið bara latið kvinnuni, sum ber barnið.

– Í grannalondum okkara hevði mann viðurkent sammóður ella faðir, men í Føroyum hevur viðkomandi eingi rættindi, hvørki til barnið ella sosialar tænastur, sigur Bjarni Kárason Petersen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder