Innanlands

Bjarni og Djóni fara aftur í tingið í desember

Avloysa eyka tingmenn hjá Framsókn og Javnaðarflokkinum eftir fleiri broytingar í Tinganesi. Hjá Tjóðveldi verður eingin broyting í tingmanningini - Jóhan Christiansen er ikki millum tættastu eykafólkini

Bjarni Kárason Petersen, Ingilín Didriksen Strøm og Djóni Nolsøe Joensen undir ólavsøkurøðu. Í hesi tingsetuni eru øll trý send úr Tinganesi og aftur í tingið - av ymiskum orsøkum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni Kárason Petersen, Ingilín Didriksen Strøm og Djóni Nolsøe Joensen undir ólavsøkurøðu. Í hesi tingsetuni eru øll trý send úr Tinganesi og aftur í tingið - av ymiskum orsøkum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-05 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta avleiðingin av nýggju nýskipanarnevdini varð kunngjørt í gjár. Hon inniber millum annað, at tríggir landsstýrismenn - umframt tríggir aðalstjórar - skulu frá 1. desember.

Aðrar flytingar eru, og tað skal spara landskassanum 20 milliónir krónur at fara frá høga talinum níggju til møguliga fasta talið av landssýrisfólkum framyvir: Seks.

Sí eisini yvirlit: Soleiðis síggja aðalráðini út frá 1. desember

Les eisini: Blóðbaðið í Tinganesi

Hoyr tíðindafund og samrøðu: - Tá níggju bleiv til seks

Sambært spildurnýggjari veljarakanning hjá Portalinum, er best umtókti landsstýrismaðurin í løtuni ein teirra, sum rýkur. Tað eru tó ikki avrikini hjá Bjarna Kárason Petersen, sum hava talt ímóti honum: Tað er tað, at lógarmál ikki eru eitt so stórt aðalráð, og nú fara undir løgmálaráðið.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið var eisini nýtt, tá tað kom í 2022. Samgongan hevur valt at hildið fast í hesum aðalráðnum, hóast nýskipanarnevdin mælti til, at koyra tað undir serliga undir útbúgvingar- og mentamál. Løgmaður sigur seg tó vilja tryggja, at "eingin børn falla ígjøgnum í skipanini".

Hildið veður tó ikki fast í Djóna Nolsøe Joensen. Tað hevur ikki verið nágreina hví enn - kanska er tað tí, at hann varð valdur á løgtingsvalinum, meðan avloysarin ikki varð tað. Súsanna Bertholdsen yvirtekur málsøkið, meðan Margit Stóra aftur fær heilsumál, sum nú eisini eru almannamál. Margit Stóra skifir harvið fyri aðru ferð landsstýrisess.

Djóni Nolsøe Joensen lá høgt í metum í fyrstu kanningunum hjá Portalunum av avrik landstýrisfólksins. Síðani er hann fallin nakað; nú er tað helst vegna málið um útbúgvingarnar á Glas.

Lægstur av landsstýrisfólkunum í løtuni liggur tó tann nýggjasti: Jóhan Christiansen. Níggju-mánaðar skeiðið hjá honum hevur higartil verið merkt av nøkrum heldur óheppnum málum: Strandferðslan fyllur nógv, og so var tað vantandi kunningin um ICES-tilmælini.

Sí eisini: Bjarni K klárar se best av øllum

Fyrrveandi borgarstjórin í Eysturkommunu var ikki virkin í politikki, tá hann avloysti Dennis Holm fyrst í mars. Harvið verður eingin broyting í tingmanningini hjá Tjóðveldi, tá Jóhan Christiansen fer úr Tinganesi um smáar vikur - og Liljan Weihe heldur fram í tinginum.

Hjá Javnaðarflokkinum og Framsókn eigur tað at vera mann fyri mann, har ávikavist Kim Durhuus og Árni M. Dam mugu víkja sæti fyri núverandi landsstýrismonnunum.

Hjá Framsókn verður tað Árni fyri Bjarna, meðan Kim Durhuus helst verður sitandi eina løtu afturat fyri Javnaðarflokkin. Í løtuni er Terji Beder, sum er valdur aftaná Kim, inni fyri Henrik Old sum er í farloyvi vegna sjúku. Tá Djóni Nolsøe Joensen kemur inn aftur fyri Javnaðarflokkin, fer Terji Beder út aftur, uttan so at Henrik Old er komin aftur áðrenn.

Bæði Bjarni Kárason Petersen og Djóni Nolsøe Joensen stóðu seg ógvuliga væl á løgtingsvalinum í 2022. Tað er ikki júst tað, sum teir ynskja, men nú kunnu teir skjótt koma inn á løgting aftur og royna at gea mun og vart við seg í eitt lítið ár afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder