
Á kommunuvalinum týsdagin var tað Bjarni Prior, sum fekk flestar atkvøður (92) í Vága kommunu, og varð sostatt hann, ið kallaði nývalda býráðið inn til fund.
Tá býráðið skipaði seg varð tað eisini toppskorarin, sum varð valdur til borgarstjóra.
Seinastu fýra árini hevur Eyðdis Hartmann Niclasen sitið í borgarstjórasessinum í kommununi, men hon stillaði ikki upp aftur í ár.
Listi A fekk seks umboð, og Listi F fekk fimm. Tey 11, sum vórðu vald í býráðið í Vága kommunu, hava skipað seg soleiðis:
Borgarstjóri: Bjarni Prior
Varaborgarstjóri: Albert Ellefsen
Fíggjarnevnd: Bjarni Prior, Albert Ellefsen, Tórdis D. Johannesen, Ásla Leila B. Johansen og Herborg H. Gaardlykke.
Tekniskanevnd: Dagbjørn Hansen, Jóanis Albert Nielsen, Tórdis D. Johannesen, Sólfríð Fjallsbak og Jens Gaardlykke.
Menturnar- og trivnaðarnevnd: Rósa Samuelsen, Tórdis D. Johannesen, Ásla Leila B. Johansen, Jónhard Selfoss og Herborg H. Gaardlykke.
Vinnu- og havnanevnd: Jóanis Albert Nielsen, Dagbjørn Hansen, Jens Gaardlykke, Jónhard Selfoss og Sólfríð Fjallsbak.
IRF: Jóanis Albert Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald