
Í Vága kommunu var spenningur um úrslitið, serliga tí Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, gjørdi av ikki at stilla uppaftur.
Og tað gjørdist ein nýggjur maður í kommunalpolitikki, sum gjørdist toppskorari, og sostatt helst er besta boð um ein nýggjan borgarstjóra.
Bjarni E. Prior fekk flestar atkvøður, og listi hansara, Listi A, vann eisini valið við seks valdum móti fimm valdum til Lista F.
Tey valdu á Lista A eru:
Bjarni E. Prior 92
Rósa Samuelsen 80
Jóanis Albert Nielsen 74
Albert Ó. Ellefsen 61
Tórdis Eleina Dam Johannesen 58
Dagbjørn Hansen 51
Tey valdu á Lista F eru:
Sólfríð Fjallsbak 73
Herborg H. Gaardlykke 70
Jens Gaardlykke 67
Ásla Leila B. Johansen 63
Jónhard Selfoss 60
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald