Innanlands

Bjart vikuskifti í Fuglafirði

Black Friday merkir eisini ein bjartan fríggjadag í Fuglafirði, og sunnudagin gerst uppaftur bjartari í kommununi, tá jólatrøini á Hellunum, á Kambsdali og við Mentanarhúsið tendra.

Fuglafjarðar hornorkestur fjálgar um løtuna, Helen á Lakjuni heldur røðu og jólamenninir koma í brandbilinum við onkrum góðum. Inni í Mentanarhúsinum verður jólatombola og ein hugnalig jólakafé sunnudagin

Fuglafjarðar hornorkestur fjálgar um løtuna, Helen á Lakjuni heldur røðu og jólamenninir koma í brandbilinum við onkrum góðum. Inni í Mentanarhúsinum verður jólatombola og ein hugnalig jólakafé sunnudagin

2026-11-27 12:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fuglafjarðar kommuna: Í Fuglafirði verður ymiskt gjørt burturúr hetta vikuskiftið, tá jólatrøini verða tendrað, og allar jólaperurnar í býnum lýsa. Hetta hugnaliga vikuskifti verður kallað Ljós í advent í Fuglafirði, tí jólatrøini verða tendrað fyrsta sunnudag í advent.

Í ár fellur Bjartur fríggjadagur sama vikuskifti, so hetta verður av sonnum eitt Bjart vikuskifti. Á vetri eru dagarnir so stuttir og myrkir, at tað ræður um at varpa ljós á tað, sum er ljóst, heldur enn á tað, sum er svart. Tí verður Black Friday nevndur Bjartur fríggjadagur í Fuglafirði.

Góðu handlarnir, sum liggja sum perlur á rað eftir høvuðsvegnum, hava ymisk bjørt tilboð bæði fríggjadag og leygardag, og gott pláss er at parkera bilarnar við Mentanarhúsið.

Í Ribarhúsi er hugnaligi og jólaligi heimavirkishandilin, Piddasahandil, opin fríggjadag, leygardag og sunnudag. Í gallarínum er ein framsýning við Elin Larsen og Daniu Lava, og hugnaliga kaffistovan hevur m.a. køkur frá Mariettu.

Restaurant Muntra er opin hvønn dag kl. 12 - 20, og her er ein nýggj jólamatskrá at finna.

Jólatrøini í kommununi verða tendrað sunnudagin 29. november:
Kl. 15 á Hellunum við Bønhúsið
Kl. 16.30 á torginum á Kambsdali og
Kl. 17 á torginum við Mentanarhúsið

Fuglafjarðar hornorkestur fjálgar um løtuna, Helen á Lakjuni heldur røðu og jólamenninir koma í brandbilinum við onkrum góðum. Inni í Mentanarhúsinum er jólatombola og ein hugnalig jólakafé.

Her ber til at síggja sonevnda desemberkalendaran hjá Fuglafjarðar kommunu -hann fevnir um tiltøk frá endanum av november og allan desember.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder