2025-08-19 17:31

Ferjan Galaxy kom sunnudagin til landið og liggur við bryggju á Krambatanga á Tvøroyri.
Strandferðslan bjóðar øllum at vera vælkomin umborð til opið skip hósdagin 21. august frá klokkan 16 til 18.
- Á henda hátt kunnu kundar og ferðandi nýta høvi at síggja avloysaraskipið og gera seg kendan við umhvørvið umborð, sigur Strandferðslan.
Galaxy byrjar í sigling á Suðuroyarleiðini leygardagin 23. august, og fer at røkja Suðuroyarleiðina ímeðan Smyril er í dokk og til 20 ára klassing. Dokkingin av Smyrli fer væntandi at varða í áleið 8-10 vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald