
Niels Juul Arge, sum í nógv ár hevur verið leiðari í Fjallafípuni, tók við 1. februar við nýggjum starvi - sum barnaansingarsamskipari í Klaksvíkar kommunu.
Harvið skuldi nýggjur leiðari finnast til útibarnagarðin úti í Grøv.
Valið fall á 40 ára gomlu Bjørg Rasmusardóttir, ið er búsitandi í Fuglafirði. Hon kemur úr einum starvi sum námsfrøðingur á dagstovninum Gjái við Gøtugjógv.
Sum leiðari í Fjallafípuni hevur Bjørg námsfrøðiliga ábyrgdina á stovninum, har tað ganga áleið 70 børn í aldrinum 6-7 ár, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Bjørg Rasmusardóttir byrjað í starvinum 1. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald