Hvørji tiltøk at basa dálking við plasti á sjógvi og landi fer landsstýrismaðurin í umhvørvismálum at seta í verk?
Hetta ætlar Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, at spyrja Helga Abrahamsen, landsstýrismann, tá munnligir fyrispurningar eru á skrá í Løtinginum í morgin.
Fyrispurningar hjá Bjørt Samuelsen eru soljóðandi:
- Ætlar landsstýrismaðurin at seta í verk tiltøk at avmarka dálking við plasti, sum mælt er til í tilmæli frá Umhvørvisstovuni?
- Um ja, hvørji av teimum 11 tilmælunum er ætlanin at fara undir fyrst og hvørji síðan?
- Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at styrkja samstarvið ímillum myndugleikar, vinnugreinar, áhugafeløg o.o., at fyribygja plastdálking av náttúruni?
- Er ætlanin at fylgja samtyktini hjá ES um at minka um ávirkanina á umhvørvið av plastúrdráttum, sum øll norðurlond gjøgnum ES ella EBS verða bundin av?
Í viðmerking vísir Bjørt Samuelsen til eitt tilmæli frá Umhvørvisstovuni um ymisk tiltøk, sum kunnu vera við til at avmarka plastdálkingina og tryggja, at tað verður burturbeint á rættan hátt.
Tilmælini vóru handað táverandi landsstýriskvinnu í umhvørvismálum í vár, og eru tey 11 í tali:
1: Víðka pantskipanina fyri einnýtisíløt úr plasti.
2: Økja endurnýtslu av plasti frá bæði vinnu og húsarhaldum.
3: Gera virkisætlanir fyri at økja endurnýtslu og minka dálking við plasti frá ídnaði, landbúnaði, fiskivinnu og ferðavinnu o.ø.
4: Upplýsing til borgaran um plast.
5: Minka nýtsluna av beriposum úr plasti.
6: Forboð fyri høglskálum úr plasti.
7: Banna ella avmarka nýtsluna av einnýtis borðbúnaði o.ø. úr plasti, eitt nú knívum, gaflum, skeiðum, tallerkum, súgvirørrum, vattpinnum og pinnum til ballónir.
8: Forboð fyri smyrsli o.ø., sum hava mikroplast í sær.
9: Kunngerð um graslíkisvøllir.
10: Stuðulsskipan til havnir/skip, ið taka ímóti burturkasti, sum er tikið upp úr sjónum.
11: Loysn á dálking við spreingileidningum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald