Løgreglan hevur hetta vikuskiftið fingið tvær fráboðanir um ung, sum blaka egg eftir bilum í Klaksvík.
Fyrra fráboðanin kom stutt eftir midnátt leygarnáttina, og tann seinna kom stutt fyri klokkan 22 í gjárkvøldið.
Í fyrra førinum fekk bilurin skaða, og bilførarin hevur greitt frá, at fimm-seks ungir dreingir vóru á staðnum.
Í seinna førinum rakti eggið ein av síðurútunum men gjørdi ongan skaða. Eisini her vóru nógvir ungdómar á staðnum, men løgreglan veit tó ikki, hvørji tey eru.
Løgreglan vil gera vart við, at slíkt ikki kann góðtakast, tí hetta kann bæði gera skaða á bilar og órógva bilførarar, og so kann tað lættliga enda galið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald