![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyri góðari viku síðani, var móttøka hjá Blákrossheiminum í sambandi við at DAT ung flutti í nýggj høli í Havn. Móttøkan var fyri starvsfólkum á Blákrossheiminum og í Bláa Krossi. Starvsfólk hjá Megna títt lív, sum koma at húsast á ovastu hædd í sama bygningi, stukku eisini inná gólvið.
DAT ung hevur hildið til í Kongagøtu, saman við “Øll hava rætt til góð BARNAÁR” í hølum hjá Bláa Krossi. Av tí at virksemið “Øll hava rætt til góð BARNAÁR” støðugt veksur, var neyðugt við meira plássi.
Leitað varð eftir øðrum hølum, sum kundu hýsa ungdómsviðgerðini. Hetta eydnaðist, og eru tey flutt inn í nýggj høli á miðhæddini, í sama bygningi har Hoyrnin heldur til.
Umstøðurnar er góðar, hølini eru ljós og rúmlig og væl egnað til okkara virksemi. Hølini verða brúkt til ungdómsviðgerðina, men ætlanin er at tey eisini koma at hýsa DAT eftirviðgerðini og DAT familjuviðgerðini, sum Blákrossheimið kemur at bjóða út í komandi ári, sigur Blákrossheimið í tíðindaskrivi.
Myndir síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald